Jólajazzur á Hvonn

Í kvøld, týskvøld, er tað eingin minni enn tann føroyska songkvinnan Sigrid Rasmussen við bólki, ið verður at hoyra á Hvonn. Hvonn hevur livandi jazztónleik hvørt týskvøld. Talan er um lounge jazz tónleik. Hetta er ofta lættari jazz tónleikur, beat tónleikur ella retro 50 og 60 ara tónleikur.

Í kvøld, týskvøld, er tað eingin minni enn tann føroyska songkvinnan Sigrid Rasmussen við bólki, ið verður at hoyra á Hvonn.

 

Nú vit nærkast jólum, fer bólkur hennara Sigrey Trio at spæla kend jólaløg. Føroysk eins og útlendsk. Sigrid Rasmussen syngur, Rúni Eysturlíð spælir guitar og Eyðun Johannesen spælir bass.

 

Hesi 3 eru øll sera dugnaligir og vælumtøktir tónleikarar. Sigrid er kend sum sangari og violinleikari, og hon hevur eisini gjørt vart við seg aðrastaðnis í Skandinavia. Eyðun er nakað yngri og hevur ikki verið á føroyska tónleikapallinum eins leingi og hini, men hann hevur uppá stutta tíð víst sera góð evni. Hann hevur royndir úr m.a. bólkinum Crawling Blue. Rúni Eysturlíð hevur verið DJ?azzari á Hvonn fleiri ferðir, men í kvøld verður tað so guitarin, sum eisini er hansara høvuðsljóðføri, ið Rúni leikar á. Hann hevur ein sera vakran tóna og spælir lyriskt og melodiøst.

 

Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita, meta fyrireikararnir. Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.