Í annaðkvøld, hóskvøldið, kl. 20.00 býður Havnarkórið til jólahugna í Kommunuskúlanum í Havn.
Á skránni eru kendir jólasálmar sum »Nú ringja klokkur jólafest«, »Jól hava einglaljóð«, »Eitt barn er føtt í Betlehem«, »Føgur er foldin« o.fl., har áhoyrarnir í ávísan mun fáa høvi at syngja við. Aftrat hesum koma m. a. ikki áður sungnir jólasangir, sum yrkjarin Alexandur Kristiansen hevur sett orð til og eisini eitt »Einglaljóð«, har Frits Johannesen eigur tekstin.
Harumframt syngur kórið eisini enskar jólasangir við instrumentalum fylgispæli, og eisini syngur Petra Iversen solo onkran jólasálm.
Til tess at luttakarar og áhoyrarar í aðrar mátar skulu kunna hugna sær saman, býður kórið drekkamunn við jólabollum í steðginum.
Konsertin er ókeypis.