Fríggjadagin var allur dagurin settur av til rættan jólahugna á bókasavninum í Klaksvík. Byrjað var kl. 10 fyrrapartin, og tað var bara um at fara í gongd, tí saksar, lím og pappír í alskyns litum var lagt fram til børnini. Knípti tað við hugflognum, var tað heldur ongin trupulleiki, tí ein rúgva av ymsum skabelónum lógu frammi, og tær, sum starvast á bókasavninum, løgdu fegnar børnunum lag á. Sum fyrraparturin leið, sótu meir enn 80 børn undir skúlaaldri hugagóð við saksi og pappíri í ferð við evna ymiskt jólapynt, sum tey sjálvandi sluppu at taka heim við.
Út á seinnapartin helt jólahugnin fram fyri foreldrum og børnum. Tá høvdu børn í øllum aldri tikið foreldrini við á bókasavnið, har hildið var á at klippa og líma og eta piparnøtur. Eisini las Annika Egholm, bókavørður, eina spildurnýggju jólasøguna Tær horvni jólagávurnar úr nýggju bókini Mín Jólabók 2005. Og tey, ið høvdu hug at halda á, kundu bara verða sitandi, tí bókasavnið lat ikki aftur fyrr enn klokkan ellivu hetta kvøldið.