Nú tað er ókeypis at koyra og sigla oyggjana millum, hevur Húsið á Marknoyri jólahugna Nú tað er ókeypis at koyra og sigla oyggjanna millum, hevur Húsið á Marknoyri í Vági jólahugna leygardagin til kl. 17.00
Tað er Verkstaðið á Bakka, ið fyri stuttum hevði sína árligu jólasølu, ið leygardagin kemur at selja dekoratiónir og annað í Húsinum á Marknoyri.
Umframt hetta verða eisini jólasangir og okkurt skemt á skránni seint seinnapartin. Eisini hevur Kall hópin av tímatilboðum, ið síggjast á flogblaðnum, ið var borði út í hvørt hús í Suðuroynni nú um dagarnar. Húsini, har Preety Payal helt til, skiftu herfyri eigara, og til nýggjárs er lýst við ymsum tiltøkum av ymsum slag.