Jólahjálp til 4.500 íslendsk húski

Ìslendskir hjálparfelagsskapir fara undir eina umfatandi innsavnan komandi vikurnar Tað eru Reyði Krossur í Íslandi, hjálparfelagsskapurin hjá íslendsku fólkakirkjuni, Frelsunarherurin í Ìslandi og hjálparfelagsskapurin ?Mæðrastyrkisnefnd Reykjavíkur? sum hava tikið seg saman fyri at veita 4.500 íslendskum húskjum, sum liva á nærum hungursmarkinum ein munagóðan styrk til jóla.

Hjálparfelagsskapirnir hava sett í samband við fyritøkur kring alt Ìsland í tí vón, at hesar vilja geva sítt íkast til hetta umfatandi hjálpararbeiðið. Hjálparfelagsskapirnir boða eisini frá, at allar veitingar frá einstaklingum eru meir enn hjartaliga vælkomnar.

Elin Hírst, sum er talskvinna fyri ?Jólaaðstøðin 2010?, sigur við íslendska Morgunblaðið, at fólk hava tikið væl undir við tiltakinum. Reyði Krossur í Ìslandi fer at deila jóla-neyðsynjarvørurnar út til tey tørvandi. Ì fjør vóru heili 400 sjálvboðin fólk við til at koyra neyðsynjarvørur út til tey tørvandi kring landið.

Í ár verða vørurnar koyrdar út í teimum størru íslendsku býunum, hetta verður í døgunum 20. til 22. desember.