Hetta má Føroya fólk fáa at vita greitt, hvat ætlanin er, nú áðrenn vit skulu taka støðu til ætlaða fullveldið hjá landsstýrissamgonguni í sjálvstýrmálum! Undarligt, men tað tykist sum um fullveldisfólk mala uttan um hendan spurningin, sum hundur um heitan greit, og enn ikki okkara serfrøðingar hava boð upp á loysn av hesum stórmáli?
Tó hetta er sera týdningarmikil spurningur: Hvør tryggjar krónuvirðið í einum komandi føroyskum fullveldi. Tað verður eftir øllum at døma ikki Danmark! Hvør so? Ella skla føroyska krónan standa einsamøll?
Hvítabók er komin og hevur verið grundarlagið undir kjakinum eina tíð. Ljósareyðu spádómarnir hjá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum um ein framburð og búskaparligan gróður, bert vit gingu fullveldi, eru nú væl og virðiliga manaðir í jørðppina aftur. Føroya fólk og okkara politikarar eru við at grea sína støðu upp til ríkisrættarligu støðuna og fylgjurnar av teimum ætlaðu broytingum, sum sambært Hvítubók als ikki eru so ljósareyðar framtíðarvónir. Eisini tí er hetta órgreidda málið um krónuvirðið so týdningarmikið.
Forbílætið hjá landsstýrissamgonguni er Ísland í fullveldismálinum. Vit vita, at íslendska fólkið fekk nakrar alvorligar timburmenn aftan á 1943 og heilt fram til nýggjari týð einaferð í áttatiárunum, tá tað eydnaðist táverandi fíggjarmálaráðharra, Jón Baldvin Hannibaldsson at avmarka innlendsku inflatiónina og steðga minkingini í krónuvirðinum. Men tá hvødu íslendingar goldið prísin í umleið 40 ár, fleiri nullir vórðu tikin burtur av íslendsku peningaseðlunum, nógvur uppspardur peningur ella allur var farin upp í royk.
Allir føroyingar, sum hava verið í Íslandi eftir kríggið vita, at íslendingar tá ikki kundu loyva sær at hava nakra kontanta uppsparing, men máttu skunda sær at brúka fortjenastuna, áðrenn hon minkaði í keypsvirði.
Har valdaði tá sera ótrygg fíggjarlig viðurskifti. Er tað slíkt, ið stendur okkum føroyingum í væntu???
Tað ljóðar, at teir stóru peningamenninir í Føroyum longu hava tryggjað seg við at flyta sínar pengar av landinum at seta í útlendskar bankar at renta og í tryggum gjaldoyra, har kursurin er tryggur framyvir, men tann vanligi føroyingurin, hvussu verður hansara lítla uppsparing tryggjað, tá danska krónan ikki ger tað meira? Hesum hava væl allir fullveldispolitikarar gjørt sær greitt, um áðrenn man biður Føroya fólk um at atkvøða fyri fullveldi frá ár 2000?
Birgir Mohr
Sandi










