Í dag fer jólabussurin at koyra runt í Eysturoynni við jólamonnunum, og teir fara at vitja allar kommunurnar, sum eru limakommunur í Ferðavinnuni í Eysturoy.
Jólabussurin verður prýddur við granni og ljósum, og jólamenninir fara at býta pakkar ella karamellur út.
Koyrt verður runt í bygdunum/býunum, og bussurin steðgar við jólatrøini.
Fyrivarni verður tó tikið fyri koyrilíkindunum.
Skráin er henda:
10.00 Skáli, 10.30 Strendur
11.30 Norðskáli, 12.00 Eiði, 12.45 Gjógv, 13.30 Funningur, 14.00 Funningsfjørður, 14.45 Oyndarfjørður, 16.00 Runavík, 16.45 Gøta, 17.30 Leirvík, 18.15 Fuglafjørður
Eysturoyar Kunningarstova ynskir øllum eini Gleðilig Jól.