Jólahýrur, bollar og kakao í Runavík

   

Jólini nærkast í hvørjum og so smátt verða jólatrøini tendraði runt um í Føroyum. Í Runavík verður jólatræið tendrað leygardagin, tann 5. desember kl. 17.00 á Torginum í Runavíkar kommunu.

Handlarnir hava leingi opið henda dagin, av tí at langur leygardagur er, og hóskandi er tí aftaná at hava keypt inn at verða við til hesa hugnaløtu, har bollar og kakao verða at fáa.

Hornorkestrið fer at byrja við at spæla nøkur jólaløg. Síðani fer Poul Jóhan Djurhuus at flyta fram eina røðu og hornorkestrið endar hesa hugnaløtu við nøkrum jólaløgum.

Jólatræið verður tendrað leygardagin 5. des. kl. 17 á Torginum í Runavíkar Kommunu. Hornorkestrið spælir og bollar og kakao verða at fáa.