Sangirnir eru útsettir fyri gittar, klaver ella keybord.
Útsetingarnar eru gjørdar á ymiskum støði.Soleiðis at bæði tey, ið júst eru byrjað at spæla og eisini tey víðarikomnu kunnu fáa gleði av nótaheftinum.
Til seks av sangunum er uppteknað fylgispæl og eitt klaverstykkið til sangin:Konan sat á bríkini, er eisini at finna í heftinum.
Útsetingarnar eru vælegnaðar í frálæru í klaver og keybord.
Pakkatilboð.
Fløgan Mánadags Mortan kom út beint fyri jól síðsta ár. Sølan hevur
gingið hampuligt, sigur Jens Mortan Mortensen, ið hevur gjørt øll løgini á fløguni og sum hevur staðið fyri útgávuni. Fløgan er eitt nú útseld í fløguhandlinum TUTL, sum hevur givið fløguna út.
Fløgan Mánadags Mortan verður nú uppafturprentað. Í tí sambandi verður møguligt at keypa eitt pakkatilboð fram til jóla, har fløga og nótahefti kann keypast fyri bíligan penga
Flokssett og ?syng -við fløga.
- Vit hoyra mangan lærara siga, at torført er at undirvísa í sangi, tá ið ein ikki dugir at spæla eitt instrument ella tá ið ein ikki dugir nótar. Og at sangur sum lærugrein í fólkaskúlanum, onkuntíð hevur sæð betri dagar, sigur Jens Morten Mortensen.
Allir skúlar í landinu hava júst fingið tilboð, um at keypa Mánadags Mortan sangheftið sum flokssett, eina vanliga fløgu og eina syng-viðfløgu.
Syng við fløgan verður bara gjørd til skúlabrúks. Á syng við fløguni er bert tónleikurin innspældur.
Mánadags Mortan kom út sum yrkingarsavn í 1989 av forlagnum Fannir. Tað er Alexandur Kristiansen, ið hevur skrivað fittu barnayrkigarnar. Frits Johannesen hevur teknað myndirnar. Ólivant í Leynum,Sunnudags Símun og Leygardags Lars og aðrir eru tí eingir ársungar. Nógv børn í Føroyum kenna tí hesar yrkingar, sum nú kunnu syngjast.
Nakrir lærara í Suðuroy hava roynt sanghefti innan skúlagátt hetta skúlaárið, eitt nú í lærugreinini føroyskt til 1, 2, 3 flokk, og lata teir væl at.










