Tollaksmessudag kundi B36 á heimasíðu sínari staðfesta, at felagið hevur gjørt avtalu við Dmitrij Jankovic, sum soleiðis verður partur av Vodafone-hópinum hjá felagnum. Dmitrij var ein týðandi partur av liðnum hjá B36 í 2008, men í fjør hevur hann spælt fótbólt í Serbia. Við hesum hevur B36 fingið fatur í einum sterkum verjuskipara, og tí er ikki løgið, at fjepparar hjá árstalsfelagnum fegnaðust um jólagávuna, hóast hendan kom ein dag ov tíðliga.