Jólagás stolin

.

Sambært løgregluni er tað ein afturvendandi trupulleiki, at livandi gæs og dunnur verða stolnar móti jólum. Soleiðis tykist eisini vera í ár. Sunnudagin fekk løgreglan boð um, at ein jólagás var stolin við Marknagilsvegin.

Suni Vinther sigur, at rættuliga herviligt var við stuldri av jólagæsum og jóladunnum í fjør, og heldur hann tað vera ógvuliga keðiligt, at jóladøgurðin verður stolin frá fólkum, ið hava gingið og hjúkla um hann í mánaðir.