Higartil um jólini hevur eingin leitað sær skjól á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum í Havn Í øllum heimum er ikki líka hugnaligt á jólum. Hjá summum vinnur drykkjuskapur á jólahugnanum, og tað kann enda við, at húsfólkini koma til ilnar.
Hóast Kvinnuhúsið í Havn hevur vakt alt samdøgrið, hevur telefonin hvørki ringt jólaaftan ella í dag. Ógvuliga sjáldan endar tað so galið jóladagarnar, at Kreppumiðstøðini noyðist at taka ímóti fólki, veit vaktin í Kvinnuhúsinum í kvøld.










