Jólaframsýning í Listaglugganum

Mikudagin 12. desember letur upp ein framsýning í Listaglugganum í Niels Finsensgøtu í Havn

Ein nýggj framsýning letur upp mikudagin kl. 16 í Listaglugganum í Niels Finsesgøtu 25. Á framsýningini verða sýndar fram umleið 35 málningar, umframt vatnlitsmyndir og skulpturar.


Við á framsýningini eru Andreas Andreassen, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Ingi Jacobsen, Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Olivar við Neyst og Tórbjørn Olsen.

Nærum øll verkini, sum eru við á framsýningini, eru málað og virkað til í 2007.


Andreas sýnir fram skulpturar, har kvinnan og hundurin eru inspiratión til tey framsýndu verkini. Landslagið og báturin eru høvuðstættirninr í myndunum hjá Amariel. Bárður er umboðaður á framsýningini við listaverkum í sínum serliga og vælkenda stíli - myndirnar eru abstrakter í einum serligum koloristiskum hami - tó soleiðis at tú í onkrari mynd sær eyðkenda landslagið.


Myndirnar hjá Eyðun og Tórbørn hava sín eyðkenda stíl, har eygleiðarin merkir teirra støðufesti í mindevninum. Verkini hjá Inga eru í høvuðsheitum koloristisk í sínum bygnaði.


Kári hevur funnið sína egnu legu og merkir tú, at hann støðugt er á leiðini í uppbyggjan av sínum mindevni og formgeving. Olivar er umboðaður við sínum vælkendu koloristisku myndum, har myndevnini er náttúra og fólk. Eisini hevur Olivar fleiri vatnlitsmyndir við á framsýningini.


Framsýningin er opin mán - frí 14.00 - 17.30 og ley 11.00 - 14.00.