Magni Christiansen úr Kvívík hevur nú latið fjórðu fløgu sína av hondum.
Á undanfarnu fløgunum vóru kendir sálmar, kryddaðir við countrytónleiki. Hesuferð er tó talan um eina jólafløgu.
Tíggju av kendastu føroysku jólasálmunum eru á fløguni ? nakrir teirra sjálvandi eisini innspældir við countrydámi.
Magni hevur eina sera reina rødd, og hóast løgini fáa nýggjan búna við countryspælinum, so syngur Magni løgini, júst sum tey verða sungin í kirkjum og í samkomum.
Í sjálvum sanginum er hann sera trúgvur ímóti løgunum, uttan at broyta løgini við egnum innføllum og sonevndum »krúllum«. At hann syngur løgini, júst sum vit kenna tey, uttan at improvisera, ger tað sera lætt fyri øll at syngja við. Og tað má sigast at vera eitt sera stórt pluss, serliga fyri eina jólafløgu.
Fløgan eitur »Eg gleðist so hvørt jólakvøld«, og tað er eisini fyrsta lagið. Onnur løg á fløguni eru til dømis »Eg rósu upp sá næla«, »Her koma Jesus tíni smá«, »Nú ringja kirkjuklokkur so hátt« og »Gleðilig jól«.
Løgini eru væl vald og minna okkum á, hví vit halda jól.
Tað er Heimamissiónsforlagið, ið gevur jólafløguna hjá Magna Christiansen út.
Hon kann keypast frá Heimamissiónsforlagnum og á sølustøðum kring landið. Kostnaðurin er 169,- kr.









