Í dag 30. november er jólahugnadagur í Húsinum, har øll eru sera vælkomin. Opið er frá kl. 15-22 fyri øllum mammum, pápum, beiggjum, systrum, ommum og abbum.
Til ber at fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Ymiskt, børnini og tey ungu sjálvi hava gjørt, verður eisini selt í dag so sum jólakort og prýðislutir.








