Keypir tú jólagávur?
- Nei, eg keypi vanliga bara eina jólagávu og so kanska onkra aftrat, men nógvar jólagávur koma í húsið.
Hvussu verða jólini hildin?
- Eg haldi jól saman við fjølskylduni. Her vóru tey flestu, og seinni um kvøldið vóru vit fullmannað. Jólaaftan eta vit vanliga stokta dunnu og síðan rísingreyt.
Jógvan við Keldu sigur, at hvønn jólaaftansmorgun eru hann og vinmaðurin, Helgi Simonsen, saman og heilsast og eta morgunmat við góðum føroyskun viðskera.
- Tað hava vit gjørt yvir hálva øld. Vit eru grannar, hava altíð verið grannar og hava verið vinmenn í sløk 70 ár.
Hvat er tað besta, sum hendi í 2019?
- Tað var, at mær untist at fylla 75 ár og sleppa at halda føðingardagin júst soleiðis, sum eg sjálvur ynskti við nógvum fólki.
Og tað keðiligasta?
- Eg haldi, at eg óræddiliga kann siga, at eg havi ikki havt nakað keðiligt í árinum. Sjálvandi eru ikki allir dagar eins, men eg havi einki keðiligt upplivað.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning. Hóast Jesus møguliga ikki varð føddur júst í hesum døgum, men at hann varð føddur og gav lív sítt fyri meg, hugsi eg nógv um hesar dagar.
Jógvan við Keldu heldur, at jólini eru sera hugnaligir dagar og ein heilt serligur dámur, jóladámur.
- Og so allir hesir vøkru jólasangirnir, føroyskir og útlendskir, gamlir og nýggir, sum hava eitt gott bíbilskt innihald. Eisini, at sólin aftur fer at vísa seg, og ljósið tekur til, sum dagur dettur av degi.