Tey, flestu hava anir úr øðrum heraðshornum í Noregi, og jóladøgverðin er sum regul tann ið varð borðreiddur har mamman, pápin ella langomman vaks upp. Tey, ið hava anir á Vesturlandinum, eta ?pinnekjøtt?, meðan tey, ið hava anir í innlandinum eta ?ribbe?. Pinnekjøtt er seyðakjøt sum er roykt og saltað, meðan ribbe er rivjasteik. Harvið sigur tann rætturin, ið verður borðreiddur um jólini, nógv um røturnar hjá viðkomandi, og tað er ikki óvanligt, at klandur kemur í millum hjún, sum hava røtur ymsastaðir í landinum, tí tey ikki kunnu einast um jóladøgverðan.
Flestu norskar konur leggja stóran dent á køkubaking undan jólum. Gamalt var, at hava sjey ymisk sløg av smákøkum at borreiða við, og eisini í dag er tað vanligt, at kvinnur meta hvørja aðra eftir hvussu nógv ymisk sløg av smákøkum tær hava bakað til jóla. Eins og í Føroyum eru siropskøkur og kleynur fastir táttur í køkuboksunum um jólini. Munurin er, at norskar kleynur ikki hava ?sløyfur?, men eru ringar, sum ofta verða etnar heitar saman við súltutøyi, og siropskøkurnar hava ikki mandlu í miðjuni.
Ikki yvirraskandi spyrja norðmenn ofta: ?Hva spiser dere julaften på Færøyene ?? Og eg má viðganga at mær dámar stak illa at svara. ?And?? spyrja norðmenn undrandi. ?Er det så mange ender på Færøyene, da?? Neeii, ikki so grúuliga nógvar, kanska líka nógvar gæs. Plagi eg at siga. Og so skundi eg mær at fortelja, at onkur etur ræstkjøt jólaaftan og tað er sera vanligt at eta ræstkjøt 1. jóladag. At tað er fult av seyði í Føroyum, at føroyingar eta NÓGV seyðakjøt, hvat ?Hjallar? eru fyri nakað, at ræstkjøt smakkar forferdiliga væl, at hesin rætturin er serføroyskur osfr. Men, norðmenn vilja vita meir um dunnuna. ?Hvorfor spiser dere and når dere er så gla i sauekjøtt, da??. Og ?Hvor hvor får dere alle disse endene fra, da??. Júu. Tjaa. Fortelji, at dunnudøgverðin allarhelst er ein danskur jólagávuarvur, og at tað er vanligt at eta aldar danskar dunnur. Men, at dunnurnar eisini kunnu koma aðrastaðni frá. Til dømis so ótu vit svenskar dunnur síðst eg var í Føroyum um jólini, tí tær donsku vóru so fullar í salmonellu. ?Hmmm? siga norðmenn. ?Interessant?. ?Spiser din familie ræstankjøt på 1. juledag, da?? Neeiii. Sigi eg so. ?Danska fleskasteik !? Men, so skundi eg mær at siga vit plaga at eta ræstkjøt annan jóladag.
Nei, tann føroyski jóladøgverðin sigur kanska ikki so nógv um okkara identitet. Ella hvussu ?
Hvat hevði man gjørt í Føroyum
Tað var triði jóladagur, gerandisdagur og tómt í køliskápinum. Eftir køini til kassan í handlinum at døma, vóru tað fleiri sum høvdu tømt matgoymslurnar um jólini. Eg bíðaði eitt langt og annað breitt eftir at koma framat. Hugdi í handlivognarnar hjá teimum frammanfyri, og royndi at rokna út, hvussu langa tíð tað fór taka áðrenn eg kom frammat. Meðan eg stóð og bíðaði, leitaðu tankarnir út í bilin har børnini uppá 7 og 9 ár sótu. Av erfaring visti eg, at um eg ikki skjótt kom framat, so var vandi fyri samanbresti og tannagrísli yvirhangandi. Aftanfyri meg stóð ein floksvinur hjá dóttur míni, sum eitur Ali. Ali er hálvt norskur og hálvt libanesiskur. Ein lívligur drongur, sum plagar at fáa skyldina fyri óargagerðir í flokkinum. Pápi hansara var longu komin framat, og var í ferð við at pakka vørurnar niður í posar. Hann nikkaði stutt til mín, áðrenn hann fór út. Ali fortaldi, hvat hann hevði gjørt um jólini, at hann hevði fingið eitt kavabretti í jólagávu osv. Tá eg hevði goldið fyri vørurnar, var tað Alisa túrur. Hann hevði ein mjólkapakka í hondini, og spurdi pent kassadámuna um hann kundi sleppa at skifta hann um til eitt annað slag av mjólk. Í stundini kom ein onnur krambakvinna kryssandi millum kundarnar og fortaldi Ali við klárari, strangari rødd at hon longu hevði sagt honum, at hann ikki slapp at býta mjólkapakkan um við ein annan, tí at síðsti søludagur fyri pakkan, hann hevði, var 1. jóladagur, og at mjólkin harvið var gomul. So bað hon Ali skúgva sær út úr handlinum.
Tá eg kom út í bilin fortaldi dótturin, at hon sá Ali koma rennandi út úr handlinum.
Eg gjørdi onki. Hvat hevði man gjørt um hetta hendi í Føroyum?
Rekruttering til fiskivinnuna
Í mínum arbeiði eri eg av og á úti á virkjum, sum virka laks og hvítan fisk, og tað kemur fyri at bara stjórin er norðmaður, meðan fólkið ið arbeiða fiskin koma aðrastaðir frá. Ofta eru svenskarar, polakkar ella portugisar tey, ið arbeiða fiskin. Hesi arbeiðsfólkini kunnu saktans vera dugnalig, men tað er ein trupulleiki, at planleggjað arbeiði frameftir, tí arbeiðsfólkið í so stóran mun bara arbeiða á virkjunum í styttri tíðarskeið.
Men, í Noregi er rekrutteringin av arbeiðsfólki til fiskivinnuna ein trupulleiki sum nú verður tikin í álvara. Var á eini ráðstevnu í Tróndheimi við heitinum ?Fisk 2000? fyri einum góðum ári síðani. 700 fólk luttóku á rástevnuni sum kong Harald setti... var Kongur í Noregi er rekruttering til fiskivinnuna trupulleikin við ongin norðmaður er ímillum arbeiðsfólki.