Jólabussurin í koyring í morgin

Fyri at bøta um trýstið á vegir og parkeringspláss í miðbýnum, nú jólasølan byrjar av álvara, seta vit eyka ringleið inn frá mánadegnum 14. desember til tollaksmessudag 23. desember. 

Í morgin fer jólabussurin hjá Tórshavnar kommunu í leið.

Bussurin skal bøta um trýstið á vegir og parkeringspláss í miðbýnum, nú jólasølan av álvara fer í gongd.

Talan er um tveir snarbussar, sum ikki koyra eftir fastari tíðarætlan, men sum koyra stútt millum klokkan 12 - 20 allar vikudagar. 

Bussarnir koyra eina ringleið, sum knýtir stóru parkeringsøkini í Gundadali og á Hálsi saman við Steinatún og onnur vegamót í miðbýnum. Sostatt fer at liggja væl fyri at seta bilin frá sær og taka ókeypis buss oman í býin og niðan aftur. 

– Gev gætur, at talan er ikki um vanligar býarbussar, men um snarbussar, og tískil er ikki pláss fyri barnavognum og koyristólum í jólabussinum, sigur Tórshavnar kommuna.

– Maskur verða at fáa í bussunum, og kommunan heitir staðiliga á øll um at nýta masku, ný smittuvandin er vaksandi. Bussførarnir kunnu nokta fólki atgongd, um tey ikki nýta masku.

##med2##