Kappingin varð skipað í tveimum bólkum. Veikara slagið av jólabryggj var í einum, og sterkara slagið var í hinum. Í Føroyum er ikki loyvt at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og tí var Jólabryggi hjá Føroya Bjór í bólki við tí veikara slagnum.
Níggju øl vóru í hesum bólki, og talan var um blindsmakking. Mett varð um lukt, útsjónd, smakk, skúm og tí sum hartil hoyrir, og tá samanum kom vann ølin hjá Føroya Bjór henda bólkin.
Kappingina hjá ølinum í sterkara flokkinum vann Bryggeriet Vestfyn við ølini Willemoes Jule Ale. Henda ølin vann eisini samlaðu kappingina, har Jólabryggið hjá Føroya Bjór fekk annað pláss.