Jólaborðhaldini eru í hæddini, og um vit vilja tað ella ei, er hetta eisini tíðin, tá meira verður drukkið av alkoholi enn í árinum annars. Munur er á, hvat tú kundi, tá tú var yngri, og nú tú ert vorðin tilkomin. Munurin merkist ikki minst dagin eftir veitsluna, har mangur hevur sannað, at tað ikki ber til at drekka sum fyrr.
- Nøgdin av vætu í kroppinum minkar við aldrinum, og tí gevur sama nøgd av alkoholi, sum tú áður kundi drekka, eina hægri promillu. Kroppurin hevur ikki sama mótstøðuføri mótvegis alkoholi á tilkomnum árum, sum tá tú var yngri. Tí eru ymisk góð ráð, ið tú sum tilkomin kanst brúka, tá tú fert til eitt jólaborð.
Tað veit danska Heilsustýrið at siga.
Hesi ráð eru tó ikki bara til tey tilkomnu, men eisini til tey yngru, sum eru í veitslulag. Felags fyri øll, sum fara út at hugna sær og sum ætla sær at drekka, er, at veitslufólk - yngri sum tilkomin - frammanundan hava etið okkurt, tí alkohol er harður kostur fyri magan.
Danskur kostráðgevi vísir á, at maturin ger, at kroppurin hevur okkurt at arbeiða við, sum ikki bara er eitur. Alkohol er reint eitur fyri magan, men hevur tú etið, áðrenn tú drekkur nakað serligt, fer alkoholið ikki so skjótt út í blóðið.
- Tá drukkið verður niður í tóman maga, verður tíðin frá tí, at tú verður full/-ur, til tú verður illa fyri og skirvislig/-ur, styttri. Ja, henda tíðin verður so stutt, at tú ikki nær at steðga, meðan tíð er. Ráðini eru tískil at eta nógv við jólaborðið, og skilagott er eisini at eta feitan mat, fisk og groft breyð.
Eini gomul og góð ráð eru, sigur heilsuráðgevin, at tú eigur ikki at blanda øl og vín saman, tá tú drekkur, tá henda blanding kann geva ógvusligar timburmenn. Tað er einki sum prógvar, at hetta er so, men kortini kann nakað vera um tað.
Kostráðgevin sigur, at tað vágiliga við at blanda vín, øl og snaps saman er, at sløgini hava ymiskar nøgdir av alkoholi í sær, og tí kunnu fólk, sum drekka av fleiri sløgum, missa tamarhaldið á samlaðu alkoholnýtsluni. Onnur góð ráð eru at drekka nógv vatn, meðan kvøldið gongur og gjarna eisini, áðrenn tú fert í song.
- Timburmenn er ikki minst troyttleiki, og tá vit hava fingið ríkiligt av alkoholi, er ikki altíð, at likamið klárar at brenna alt, meðan vit sova. Tað er ótørvurin - ella avfallsevnini - sum vit framvegis hava í likaminum, sum gera, at vit hava timburmenn, leggur danski kostráðgevin aftrat.
Hvørji eru so góðu ráðini móti timburmonnum?
* Steðga við at drekka einar 2-3 tímar, áðrenn tú fert í song. Tak ein sving om á dansigólvinum, so tú brennir eitt sindur av alkoholi. Tað verður tú glað/-ur fyri dagin eftir.
* Um alkoholið legði ein ”dempara” á matarlystin við jólaborðið, kanst tú eta onkran bita fyri songartíð, soleiðis at likamið hevur okkurt at arbeiða við.
* Drekk vatn leypandi gjøgnum kvøldið, helst eitt vatnglas millum hvønn snapsin. Eitt stórt glas við vatni við bæði salti og sukuri smakkar ikki væl, men tað er gott móti timburmonnum, tá tað verður drukkið fyri songartíð.
Keldur: Diætisthuset/ Sunhedsstyrelsen & Netdoktor










