Jólaaftan verður tað dunna og fleskasteik

- Vanliga plagar mín trúlovaði at koma og vitja seint jólakvøld, men tað verður ikki í ár vegna koronu, sigur Sofie Nissen.

 

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Jólini verða hildin í okkara summarhúsum í Lammefjorden.

Tað sigur Sofie Nissen, sum býr í Danmark, men hevur føroyska mammu.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Eitt sindur, ja. Vanliga plagar mín trúlovaði at koma og vitja seint jólakvøld, men tað verður ikki í ár vegna koronu.

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

- Tað verður dunna og fleskasteik jólaaftan, og á jóladagarnar eta vit restir.

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?

- Ja, eg keypi jólagávur, og hin seinasta skuldi koma við postinum ein av døgunum, sigur Sofie Nissen, sum bæði tosar og skrivar føroyskt, tó at hon hevur búð niðri í fleiri ár.