Jóla do'nuts
(uml. 25 stk)
650 g av hveitimjøli
125 g av smøri ella margarin
75 g av sukuri
2 egg
50 g av ger
3 dl av lunkaðari mjólk
1/2 tsk salt
1 tsk flótandi kardemummu
Palmin ella olju at kóka í
Morla smørið í mjølinum og koyr sukur, salt og kardemummu í.
Loys gerina upp í lunkaðu mjólkini og koyr í mjølblandingina saman við eggunum. Elt deiggið til tað er blankt og set at ganga í 30 minuttir.
Rulla deiggið út í uml. 1 cm tjúkd stikk uml. 25 flatar rundingar út við einum miðalstórum glasi. Trýst ein fingur ígjøgnum rundingarnar til hol. Tað ber eisini til at trilla deiggið til smáar bollar og stinga fingurin ígjøgnum til hol.
Lat ganga aftur í eini 15 minuttir, meðan tú hitar palmin ella olju í eini grýtu, ikki ov stórari. Feittið er nóg heitt, tá tað sjóðar um ein svávulpinn.
Kóka tríggjar til fýra doughnuts í senn, til teir eru ljósabrúnir - á leið ein til tveir minuttir á hvørjari síðu.
Tak teir upp og legg teir á køkspappír.
Stroy teir við flormelis ella smyr glasur á, til dømis kakaoglasur við onkrum kakupynti.
Tú kanst eisini bara eta teir, sum teir eru við súltutoy og flormelis