Jól og livandi ljós

Brúkarateigurin

 

 

Nú jólini eru í nánd, frøast vit um hugnaligu løturnar í glæmuni frá kertuljósinum. Men eins vøkur livandi ljósini eru, eins vandamikil kunnu tey gerast, um rætt ikki verður atborið

 

 

 

Sølan av livandi ljósum er økt nógv seinastu árini. Eini fýra-fimm prosent árliga, sambært vinnuni. Og tey eru at fáa í alskyns litum og støddum - við anga, í ymsum skapi, fýrfatsljós og vanlig stearinljós.

 

Samstundis vísa kanningar at ljós kunnu vera vandamikil, um rætt ikki verður borið at. Serstakliga kann vandi standast av figurljósum, ið kunnu flóta yvir, geléljósum, gull- og silvurljósum og fýrfatsljósum.

 

Ljós krevur varsemi

 

- Kanningar vísa, at fýrfatsljós kunnu loga hálvan metur upp í loft, sigur Ole Falkengaard, sum er leiðari fyri kanningareindina á Dansk Brandteknisk Institut (DBI).

 

- Og tíverri hava fólk tað fyri, at seta fýrfatsljós hvar sum helst, eisini á eldfimt tilfar, so sum plast. Tað kemur meira enn so fyri, at tað, sum í fyrstani tóktist vera ein vanligur sjónvarpseldur, í veruleikanum komst av, at fólk hava verið óansin og hava sett fýrfatsljós beinleiðis á sjónvarpskassan. Ein annar trupulleiki eru ljósastakar sum als ikki eru egnaðir til livandi ljós. Til dømis stakar sum eru innilokaðir og sum eru av eldfimum tilfari, ella burturúr tilfari sum kann verða ovurhita. Eisini ljóskransar eru atvoldin til nógvar eldsbrunar.

 

Vanlukkur við livandi ljósi koma ofta fyri í desember. Grann, pynt og bond eru sera eldfim, og tá ið óhapp henda, eru fólk oftast kvik og sløkkja áðrenn ov seint er. Men tað kemur meir enn so fyri, at fólk ikki eru nóg skjót, til dømis tá talan er um eldri fólk, ið eru illa gongd, ella tá fólk eru sovnaði, kanska í fyllskapi.

 

 

At minnast til í sambandi við livandi ljós:

 

? Fýrfatsljós kunnu spreingjast - serstakliga um fleiri ljós standa saman ella um ljósið er í lokaðum staka.

? Fýrfatsljós skulu standa á undirlagi, sum ikki kann brenna.

? Geléljós kunnu spreingjast, um væta er í gelénum.

? Um fyllan ella pyntið, sum er í gelénum, er eldfimt, kan tað flótna upp og tendrast.

? Geléljós við pynti í eiga at goymast burtur frá smábørnum. Børnini hava hug at taka lutirnir upp úr brennandi heita løginum.

? Sjálvsløkkjandi ljós eru ikki altíð sjálvsløkkjandi - somu fyrivarni eigur at takast, sum til øll ljós.

? Kúlu- og figurljós renna illa og veikurin kann renna við. Skulu tí altíð standa á undirlagi, sum ikki kann brenna.

? Tað er betur at køva logan, enn at blása ljósið.

? Sløkk ongantíð við vatni. Stearinløgurin kann spreingjast.

 

 

 

Kelda: DBI og Danska Brúkarastýrið