SJÓNLEIKUR
Gríma
Nú jólini nærkast, fer leikhúsið Gríma at framføra ein jólaleik á Meiarínum. Men hetta verður ein heldur ørvísi leikur. Vit fara at bjóða øllum áskoðarunum við á eina ferð runt í húsinum.
Vit fara at hitta ein eingil, men hetta er ikki ein vanligur eingil. Hesin eingil skal fyri fyrstu ferð í lívinum syngja við í einglakórinum sum hvørji jól syngur fyri Jesusbarninum. Men fyrst má eingilin finna stigan, so hann sleppir upp aftur í himmalin. Og øll sum koma at hyggja sleppa at hjálpa til at leita. Á ferðini runt á Meiarínum fara vit at hitta ymiskar løgnar, stuttligar og spennandi verur.
Og øll rúmini á Meiarínum eru pyntaði og gjørd klár til at taka ímóti hesi gandakendu jólaferð
Sjálvandi verður eisini onkur góð jólasøga at hoyra. Um tað eydnast einglinum at sleppa at syngja við í einglakórinum á jólum, ja, tað fáa tit at vita um tit koma oman á Meiaríið.
Fyrsta sýning verður í dag, leygardagin, kl. 17.00, og spælt verður aftur sunnudagin kl. 17.00.