»Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Luk. 2,10.
Hetta er jólaboðskapurin, at okkum er ein frelsari føddur, hetta er av sonnum ein gleðiligur boðskapur, sum er til øll menniskju; vit vita jú at vit vóru øll dømd til deyða uttan mun til hvørji vit eru, øll mannaættin er undir deyðadómi, og tað er einki, sum kann frígera okkum uttan Jesu fullgjørda verk á Golgata, tí sendi Gud sonin Jesus Kristus her niður til jarðar, sum føddist í einum lítlum fátækum fjósi í Betlehem, og hetta er okkara einasta bjarging frá ævigum deyða.
Tað er sum tað stendur skrivað: Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelsur við honum. Jóhs. 3,16-17.
Hetta er tann gleðiligi boðskapurin, sum ljóðaði uttan fyri Betlehem hina fyrstu jólanáttina; tey fyrstu, sum fingu hesi gleðiligu tíðindini, vóru nakrir seyðamenn, sum ansaðu einum seyðafylgi.
So vil eg ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri árið 2008, sum skjótt er útrunnið; og vil eg enda við einum jólasálmi, sum eg havi yrkt til jólini 2008.
Jólasálmur
Lag: Eitt barn er føtt í Betlehem. Bf. 50. Dk, 96.97
Ta fornu halgu jólanátt,
ein stjørna bjørt á Himni hátt
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Ein eingil boðar hirðum frá,
teir óttafullir lýddu á.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Men óttin hvarv, teir funnu inn,
og gleðin fylti teirra sinn.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Í fjósi, har sum barnið lá,
tá hirðar fingu tað at sjá.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Við gleði alda vit nú jól,
tí barnið er vár náðarsól.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
Eitt undur stórt, tað er í verð,
at Gud, hann gjørdi sáttargerð.
:,: Halleluja, halleluja. :,:
--------------------------------
Kjartan Stakksund