Klaksvík:
Tað eru tvey ár síðani, at felagið seinast hevði ein jólaleik á skránni. Leikurin í ár fer fram eftir sama leisti, sum tann fyri tveimum árum síðani. Talan er ikki um ein leik, men heldur um frásøgn av jólasøgum, sangframførslur og felagssang. Tiltakið kemur at vara umleið ein tíma. Kjarnin er ein nissufamilja, sum sigur frá søgunum og sangurin gongur eisini fyri seg ígjøgnum tey. Nissuparið verður spælt av Adelborg Linklett og Mogens Højsted. Av øðrum sum verða við, kunnu nevnast Heidi Vágsá og Eliesar í Pálsstovu, sum fer at taka sær av felagssanginum. Eisini fara tey bæði Arnfríð Lützen og Karl Martin Samuelsen at framføra nakrar sangir.Tiltakið er mest ætlað børnum, og verður á skránni fimm ferðir komandi vikuskiftið. Í kvøld klokkan 19, og leygar- og sunnudagin klokkan 16 og 18.
Atgongumerki kunnu fáast í Atlantis ein tíma undan sýning á tlf 456900.
Skemtileikur
Samstundis sum venjingarnar til hetta jólatiltakið hava verið, fóru venjingarnar til skemtileikin hjá felagnum hetta leikárið í gongd. Talan er um ein skemtileik, sum eitur Marius og Kaktus.
Átta leikarar venja undir serkønu hondini hjá Ega Dam. Frumframførslan av hesum leikinum verður væntandi um mánaðarskifti januar/februar.