Jákup var yngstur

Í seinsta vikuskiftisblað okkara var samrøða við Finn Justinussen úr Víkingi, sum í ár vann gylta skógvin sum toppskjútti í bestu føroysku mansdeildini. Í greinini varð skrivað, at Finnur, sum er 20 ár, er yngsti toppskjúttin nakrantíð í bestu føroysku deildini, men hetta er tó ikki heilt rætt. Jákup á Borg var toppskjútti í bæði 1998 og 1999. Tá var Jákup ávíkavist 18 og 19 ára gamal, og var hann tí yngri, enn Finnur Justinussen var, nú hann tók ímóti gylta skógvinum.