Jákup varð offraður tí tað var tað lættasta

Helena Dam á Neystabø vildi ikki at koma upp á tvørs á løgmanni. Men okurt høvd skuldi rulla og valið fall á Jákup Mørkøre, leiðara fyri Landssjúkrahúsið, tí hann var ikki tænastumaður og sostatt var hann lættast at sleppa av við

Almenn uppsøgn

Var tað mestsum av berari tilvild at Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvi sum leiðari fyri Landssjúkrahúsið í januar í 2000.
Tað er ein spurningur, sum kann reisast, eftir at hava lisið vitnisfrágreiðingina, sum Høgni Joensen, sum tá var aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálaráðnum gav Føroya Rætti, tá ið uppsøgnin varð viðgjørd. Sí grein aðrastaðni her á síðuni.
Í øllum førum sigur gamli aðalstjórin, at Jákup Mørkøre varð uppsagdur tí hann var tann, sum tað var lættast at sleppa av við.
Í øllum rokinum sum var um sparingar á Landssjúkrahúsinum, endaði tað við, at sjálvur Løgmaður kom upp í málið og skrivaði Helenu Dam á Neystabø eitt rættiliga hvassorðað skriv.
Har sigur Løgmaður, at hann góðtekur ikki, at hópuppsagnir verða fráboðaðar á Landssjúkrahúsinum, uttan at hann er kunnaður um tað frammanundan.
Er orsøkin til hetta vánaliga arbeiðslagið tann, at embætisførslan í fyristingini í Almanna- og Heilsumálaráðnum ikkier nøktandi, eigur tað at fáa avleiðingar.
Fæst greiða á hesum ikki alt fyri eitt, fer Løgmaður sjálvur at taka neyðug stig í hesum máli, er greiði boðskapurin frá Anfinni Kallsberg til Helenu Dam á Neystabø.

Savnaðu alt negativt um Jákup Mørkøre
Helena Dam á Neystabø hevur greitt rættinum frá, at hon tók avgerð um at siga Jákup Mørkøre upp, áðrenn hon fekk brævið frá Løgmanni og at uppsøgnin tí onki hevði við boðini frá Løgmanni at gera.
Men hetta samsvarar ikki við tað, sum Høgni Joensen, sum var aðalstjóri, hevur vitnað fyri rættinum.
Hann sigur, at brævið frá løgmanni kom ein fríggjadag fyrrapart og Helena Dam á Neystabø boðaði seinnapartin frá, at Jàkup Mørkøre skuldi sigast upp.
Helena Dam á Neystabø hevði spurt Høgna Joensen, hvussu hann skilti brævið. Sjálv skilti hon tað soleiðis, at antin skuldi hon frá, ella skuldi Høgni Joensen sigast upp, ella Jákup Mørkøre,
Høgni Joensen svaraði, at tað bleiv hennara val og at hann føldi seg ikki meiri hóttan enn vanligt.
Seinni hevði Aibritt á Plógv fortalt fyri Høgna Joensen, at Helena Dam hevði eisini ráðført seg við hana um brævið. Helena Dam á Neystabø hevði spurt Aibritt á Plógv,sum eisini arbeiðir í Almanna- og Heilsumálastýrinum, um hon skuldi velja Høgna Joensen ella Jákup Mørkøre. Aibritt á Plógv hevði svarað, at tað nokk var lættari at taka Jákup Mørkøre.
Tá ið sagt verður, at tað er lættast at sleppa av ið Jákup Mørkøre, skal tað viðmerkjast, at hann er ikki tænastumaður og hevur tí stutta uppsagnarfreist. Høgni Joensen er hinvegin tænastumaður og tað er tí ein nógv longri og dýrari mannagongd at siga hann upp. Og at Helena Dam á Neystabø skuldi siga seg sjálva frá er kanska ilt at hugsa sær.
Høgni Joensen sigur, at tá ið avgerðin varð tikin um at siga Jákup Mørkøre upp, savnaðu tey alt tað negativa saman, sum tey vistu um hann fyri at brúka tað sum grundgeving fyri uppsøgnini.
Thomas Magnussen á fíggjarmálastýrinum, hjálpti teimum at skriva uppsøgnina og Høgni Joensen heldur, at tað var Thomas Magnussen, sum hevði avgerandi orðið at siga um, hvat skuldi standa í hoyringsskrivinum, sum varð send Jákupi Mørkøre uppundir sjálva uppsøgnina.