Jákup var í essinum

Føroyski landsliðsmálverjin varð valdur til dagsins spælara, tá undirmannaða Herfølge tapti á heimavølli ímóti FCK

Jákup Mikkelsen er á aldukambinum, nú føroyska landsliðið fer av landinum at spla ein ella tveir dystir. Síðani summarsteðgin hava avrikini verið støðug, og mánakvøldið varð krúnan sett á verkið.

Herfølge hevði vitjan av FCK ? Todi Jónsson var ikki við, tí hann sat skaddur eftir í Keypmannahavn ? og Jákup Mikkelsen varð av hyggjarunum á TV3+ sjónvarpsrásini sagdur at vera besti maður á vølli. Rættuliga stór semja var um ta avgerðina.


Bjargaði brotssparki

Tað var harmuligt fyri fótbóltsdystin, at Herfølge longu eftir tíggju minuttir misti ein mann. Harmurin gjørdist tvífaldur, tá tað vísti seg, at reyða kortið hjá dómaranum ikki var, sum tað skuldi vera. Peter Frank, sum spældi fyri fyrstu ferð, eftir at hann var komin aftur úr AB og til Herfølge, elti púra leysan Suma. Spælararnir stríddust, Suma fór um koll, og dómarin bríkslaði. Fyri ryggskump, segði dómarin aftaná dystin, men sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann hevði mett skeivt.

Og so var tað, at Jákup Mikkelsen fór undir sítt stórspæl. Hann tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan og bjargaði brotssparkinum.


Stórspælið

? At eg bjargaði brotssparkinum gjørdi, at eg kom væl inn í dystin. Teir høvdu nógv spæl og nógvar møguleikar, so eg hevði onga orsøk at keða meg, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin.

Og Jákup stórspældi. FCK spælararnir stóðu næstan í bíðirøð fyri at royna seg ímóti málinum, men føroyski landsliðsmálverjin helt tætt. Hann bjargaði við hondunum, fótunum, lørunum og eina ferð við høvdinum.

Herfølge brúkti nógv at spæla bóltin aftur til málverjan, og hann megnaði sum ein annar útispælari at spæla skilagott frá sær, sjálvt um hann fleiri ferðir var rættuliga kroystur.


Harmaðist

Í 2. hálvleiki eydnaðist tað FCK at fáa hol á. Og Jákup Mikkelsen illneitaðist inn á seg sjálvan, at hann ikki hevði vart fyri fyrra málinum:

? Teir fingu fríspark einar nítjan metrar úr málinum. Manngarðurin stóð rætt, eg sá flata skotið, eg tveitti meg rætta vegin, men bólturin fór í málið. Tað iðri eg meg ógvuliga nógv um.

Kundi tú havt bjargað?

? Avgjørt. Eg ætlaði at halda bóltinum, sum so fór undir armarnar og inn um strikuna. Tá eg nú hugsi aftur á dystin, so átti eg at havt blokerað hann út til horna, sigur Jákup Mikkelsen, sum mánakvøldið var harmur um, at Todi Jónsson er skaddur og tískil ikki verður við í landsliðsferðalagnum.

Jákup Mikkelsen og hinir útisetarnir í Danmark og Noregi fara í kvøld niður til Sveis, har teir í Zürich fara at hitta teir, sum fara úr Føroyum við Atlantsflog.

? Tað er altíð hugaligt at hitta vinmenninar á landsliðnum, og vónandi fara vit at vísa eitt gott avrik, sjálvt um vit allir fara at sakna Toda Jónsson, sigur Jákup Mikkelsen.