- Gevið liðnum tol. Eg eri púrasta vísur í, at føroyska A-landsliðið mennir seg nógv í komandi árunum. Tað skal eg sjálvandi siga í míni støðu, tí sum leikari skalt tú trúgva upp á tað. Men eg eri ikki í iva eina einastu løtu um, at fær liðið frið at mennast, so koma úrslitini eisini.