Jákup tann besti í Superliguni

Fótbóltur: Lesarar hjá Ekstra Blaðnum hava valt Jákup Mikkelsen til besta málverja í donsku superliguni. Av teimum 8822 atkvøðunum fekk hann 2647, sum svarar til 30 prosent

Skulu vit trúgva Ekstra Blaðnum - og tað skal man viðhvørt - so er Jákup Mikkelsen tann besti málmaðurin í donsku superliguni.

At hann hoyrir til millum teir bestu er ikki nakað loyndarmál, og tað er eisini veruleiki, at Tipsblaðið valdi hann, sum besta málmann í donsku kappingini.

Men kortini var tað rættuliga óvæntað, at hann skuldi fáa stóran part av atkvøðunum, sum hann fekk.

Tað er nevniliga so, at ikki færri enn 8.822 fólk hava verið inni á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum og sett sín kross, og av teimum valdu 2647 at seta sín kross við Jákup Mikkelsen, sum tann besta málmannin.


Á góðari leið

Á ítróttardeildini hjá Ekstra Blaðnum eru teir - um ikki illa við - so eitt sindur bilsnir.

? Vit høvdu roknað við, at Mogens Krogh úr Brøndby ella Michael Stensgaard úr FCK fóru at vinna atkvøðugreiðsluna, av tí at feløgini hjá teimum hava stórar »fanklubbar«. Tí gjørdust vit eitt sindur bilsin av at Jákup vann, sigur tíðindamaðurin hjá Ekstra Blaðnum.

Hann sigur kortini, at tað ikki skal setast spurnartekin við dygdirnar hjá Jákupi, tí tað er eingin ivi um, at hann er ein góður málmaður.

Kann tað hava nakað við tað at gera, at føroyingar hava verið við í atkvøðugreiðsluni?

? Sjálvandi spælir tað inn. Hetta er ein av teimum atkvøðugreiðslunum, sum vit hava skipað fyri, sum hevur fingið bestu undirtøkuna og tað undraði okkum eisini eitt sindur. Men hava nógvir føroyingar verið inni og greitt atkvøðu, so er tað ein av frágreiðingunum.

Tá vit spyrja hann um tað ikki er løgið, at málmenn sum Per Fahlstrøm og Jan Hoffmann ikki hava klára seg betri í frágreiðingini sigur hann, at soleiðis er tað altíð, tá talan er um meiningskanningar, sum hesar. Hann leggur afturat, at tey høvdu tryggjað atkvøðugreiðsluna soleiðis, at tað ikki bar til at greiða atkvøðu fleiri ferð, so úrslitið er í lagið.


Jákup fegin

Hjá Jákupi er tað sjálvandi ein fragd at fáa slíkt herðaklapp.

Liðið úr Herfølge hevur klára seg ov væl, sammett við tað, sum mett varð undan kappingini. Teir eru nummar eitt, og hava ein framúrskarandi góðan møguleika at liggja sum nummar eitt tá kappingin fer í vetrarfrí um tvær vikur.

Men ert tú bilsin av góða úrslitinum?

? Ja, upp á ein máta eri eg tað, tí eg haldi ikki, at eg havi verið »spesielt« góður í ár. Hinvegin havi eg verið stabilur, og tað er kanska tað, sum ger, at eg havi fingið heiðurin, sigur Jákup.

Tað fyrsta árið tá Jákup var í málinum hjá Herfølge var liðið als ikki so gott, og tí hevði hann sum oftast úr at gera, og tá fekk hann eisini ótrúliga góða umtalu. Hesir dystirnir, koma so at siga ikki fyri longur, og tí hevur hann ikki so nógv at gera.

? Men tað er tá ein skal vísa at dugur er í einum, sigur Jákup, sum eisini sigur eina orsøk til góða avrikið vera, at hann trívist væl á liðnum og í Herfølge.

Hann sigur, at liðið ikki er tað besta í Danmark, men at leikararnir, sum teir flestu hava royndir úr øðrum feløgum, hava tað einastandandi gott saman. Einki hierarki er á liðnum, og tað passar leikarunum væl.


Sáttmálin gongur

út í summar

Annars er Jákup í teirri støðu, at sáttmáli hansara gongur út í summar, og tí hevur verið upp á tal, at hann skal uttanlands at spæla. Vit spurdu hann hvussu tað gongst við hesum ætlanunum.

? Nei, har er einki í løtuni, og tað taki eg eisini púra róligt. Eg skal til samráðingar við Herfølge um at leingja sáttmálan við teir, men kemur nakað aðrastaðni frá, so hyggja vit upp á tað eisini, sigur Jákup, sum ikki fer at gera meira við Leeds.

? Haðani er negativt svar komið, og tað er eisini í fínasta lagið, tí eg haldi, at framferðin í sambandi við tann túrin var skeiv. Eg havi lært av tí túrinum, og næstu ferð eg skal uttanlands at venja treyti eg mær, at eg sleppi at spæla. Annars fari eg ongan veg, sigur landsliðsmálverjin.

Hvussu leikur ferð, fáa vit so at síggja. Fyribils kann málverjin breggja sær av, at lesararnir hjá Ekstra Blaðnum á alnetinum hava valt hann sum besta málmann í donsku superliguni.

Jú, tað gongur væl hjá føroyingunum uttanlands ...