Fótbóltur
Veðrið var av tí fagrasta, og hóast Norðoyatunnilsferð stóð á skránni hjá nógvum havnarfólki, so vóru hóast alt eisini nøkur, sum høvdu leitað sær í Gundadal.
Og hesi fingu ein til tíðir heilt undirhaldandi dyst at síggja millum B36 og FH. Íslendska liðið gjørdust í fjør meistarar í suverenum stíli, men tað stóð skjótt greitt, at talan ikki skuldi gerast um nakran klassamun hesaferð.
Javnt spæl
At kalla allan dystin leikaði rættiliga javnt á. B36 kom á odda, tá Fróði Benjaminsen gjørdi sær dælt av verjumistaki hjá íselndingum, men stutt fyri steðgin javnaði FH við einum frálíkum máli, har B36-verjan varð spæld heilt tunn, áðrenn bólturin varð langaður í málið.
Amed Sylla Davy legði tó B36 á odda aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Ivorianski framherjin fekk fatur á einum returbólti úr íslendsku verjuni, og so setti hann størsta partin av FH-liðnum av, áðrenn hann eisini rundaði málverjan og legði bóltin stillisliga í meskarnar.
Tann støðan helt sær, til bara fáir minuttir restaðu. B36 varð í løtum trýst langt aftur á vøllin, og upp á eitt av hornaspørkunum, sum hetta kastaði av sær, fekk FH javnvað.
Jákup tók trý
Við javnleikinum gjørdist neyðugt við brotssparkskapping, og her gjørdist Jákup Mikkelsen stóri maðurin í Gundadali. Landsliðsmálverjin tók ikki færri enn tríggjar av teimum fýra royndunum, sum FH slapp at skjóta, og tá tað so bara var Klæmint, sum ikki skoraði fyri havnarmenninar, var dysturin avgjørdur. B36 fekk steypið og flotta heiðurin sum sterkasta liðið í Norðuratlantshavinum.