Atlantic Airways hevur sett Jákup Sverra Kass í starv sum sett nýggjan sølu- og marknaðarleiðara Jákup Sverri Kass skal taka við sum sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways í
næstum. Jákup Sverri hevur arbeitt innan sølu- og marknaðarføring í Smyril Line
síðani 2006 og seinastu tvey árini hevur hann verið sølu- og marknaðarleiðari.
Jákup Sverri er útbúgvin Cand.ling.merc. frá Handilsháskúlanum í Århus. Hann er
giftur Poulu Michelsen Kass og tey eiga trý børn.
-Fyri meg er tað bæði ein stór avbjóðing og ein heiður at taka við starvinum, sum
sølu- og marknaðarleiðari í tjóðarflogfelagnum. Tað er ein spennandi uppgáva at menna ferðasambandið hjá føroyingum til útheimin, men tað er eisini ein sera spennandi avbjóðing at fáa fleiri fremmandar gestir til Føroya at vitja, sigur
Jákup Sverri Kass.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at hann er fegin
um at fáa Jakup Sverra umborð.
-Hann hevur royndir og eginleikar, sum hóska væl til okkara felag og okkara virksemið, sigur Magni Arge.










