Jákup Sverri aftur

Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum kemur nú aftur á ting

Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum hevur havt farloyvi frá tingarbeiðinum síðani stutt eftir Ólvasøku, meðan hann hevur verið burturi í lestrarørindum. Hann kemur nú heim aftur, og tekur væntandi sæti aftur á tingi einferð í næstu viku.

Jákup Sverri Kass kom inn á ting sum varamaður fyri Helenu Dam á Neystabø, ið vegna starvið sum landsstýriskvinna, ikki kann vera tinglimur.