Nú mánadagin 18. mars 2014, bórust boðini um, at Jákup Pauli Strøm, stjóri í Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, var deyður. Í apríl í fjør fekk Jákup boð um, at hann var illa sjúkur, og longu nú – minni enn eitt ár eftir – andaðist hann, bara 58 ára gamal
Jákup Strøm vaks upp í Vági, har hann varð føddur tann 19. januar í 1956.
Hann var cand.mag. í samfelagsfrøði og søgu, og í 1986 fór hann í studentaskúlan í Hoydølum at undirvísa. Hann var eisini lestrarvegleiðari í Hoydølum í fleiri ár.
Í 2007 tók Jákup Strøm við sum stjóri í Kvøldskúlanum í Havn. Her skipaði hann við sínum tiltikna ídni og nærlagni fyri, at kvøldskúlin gjørdist Føroya nógv størsti skúli við umleið 2.400 næmingum tilsamans.
Jákup strembaði eftir og kom á mál við at víðka útboðið og tilboðið hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla, og hetta fevnir í roynd og veru um nógv meira enn tað, vit eru von at seta í samband við kvøldskúlavirksemi.
Jákup Strøm var limur í Tórshavnar Bátafelag tey flestu árini, síðan felagið varð stovnað í 1998. Hann var altíð siðiligur og róligur, men eisini har áhugaður í gongdini hjá felagnum og skipaði av og á sum kønur siglari fyri fyrilestrum um eitt nú sigling og trygd á sjónum.
Jákup átti sín snøgga og væl røkta bát, sum liggur í Vágsbotni, og Jákup hevur nú siglt sín seinasta túr.
Á Kvøldskúlanum í Havn sigur leiðslan, ið tekur við eftir Jákup, at har sakna tey øll hann illa, og tómrúmið er stórt. Hann var ein fyrimynd og eitt virðiligt umboð fyri skúlan.
Ærað veri minnið um Jákup Paula Strøm.
-----
Sonne Smith