Jákup staðið á odda í Vestmanna i 30 ár

Miðnámsskúlin í Vestmanna hevur í ár 30 ár á baki, og tað sama hevur skúlastjórin, sum hevur sitið frá byrjan

Miðnámsskúlin í Vestmanna, sum fyrr kallaðist Fiskivinnuskúlin, hevur nú rundað 30 ár. Jákup Andreasen hevur verið skúlastjóri frá byrjan, og varð settur stjóri á nýstovnaða skúlanum tann 13. januar 1989. Tískil hava bæði skúli og skúlastjóri 30 ár á baki.  

 

 

- Beinanvegin varð farið undir at fyrireika nýggju útbúgvingina, sum serliga varð ætlað leiðandi starvsfólkum innan fiskavirking og aling. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á skúlanum í september 1989. Flestu teirra, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni. Bara heilt fá fóru undir víðari útbúgving, sigur skúlastjórin í dag.

 

- Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á gymnasialu tilfeingisbreytini, sum er tann einasta tilfeingisbreytin í landinum. Á hesi breytini er alt føroyskt náttúrutilfeingi í miðdeplinum. Teir seinastu næmingarnir, sum gingu eftir gomlu skipanini, tóku prógv á sumri 2015. Eftir hetta hóskaði gamla navnið á skúlanum ikki til innihaldið í útbúgvingini, og í 2017 varð navnið á skúlanum broytt til Miðnám í Vestmanna, sigur skúlastjórin í tíðindaskrivi. 

 

Jákup Andreasen skúlastjóri sigur, at hóast 30 ár kann tykjast long tíð í sama starvi, so hava hesi árini verið avbera spennandi, tí nógvar broytingar eru gjørdar bæði í innihaldi og í útbúgvingarskipanini.

 

- Eisini hevur stásiligi skúlabygningurin frá 2009 bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar. Umframt skeið til ali- og matvøruvinnuna, sum fingu góða undirtøku, bjóðaði skúlin út yrkisútbúgvingar til landbúnaðin, fiskavirkisvinnuna, alivinnuna og innan fiskireiðskap fyri nøkrum árum síðan. Hesar útbúgvingar fingu tó ongantíð nakra serliga undirtøku, sigur skúlastjórin í tíðindaskrivi og vísir á, at í dag er manglandi næmingabústaðir og eitt ónýtiligt busssamband til Kollafjørð og bygdirnar norðanfyri, størsta forðingin fyri menning av skúlanum.

 

 

Les tíðindaskriv frá Miðnámsskúlanum við at trýsta her