Jákup spælir fyri bronsuni

Tvey lið, sum eru komin langt í fyrireikingunum av næsta ári, hittast á Skála

Tað er greitt, at Eyðun Klakstein aftur í 2019 verður venjari á Skála. Tað er greitt, at Jákup á Borg í 2019 verður venjari í B36. Teir báðir eiga felags fortíð í árstalsfelagnum, tá ið Eyðun var venjari og Jákup hjálparvenjari.

Í dag seta Skála og B36 punktum fyri hetta kappingarárið. Tað verður á Skála. Tað er ikki váttað enn, men tað hevur fleiri ferðir verið nevnt her á in.fo, at fremsti maður hjá Skála, Brian Jakobsen, sum er toppskjútti við tíggju málum, næsta ár fer at spæla við B36.

So fæst at síggja, hvønn leiklut Brian fer at hava á Skála liðnum ídag. Hann er tøkur aftur eftir leikbann. Søren B. Nielsen er skaddur, og Ahmed Mujdragic er leikbannaður. Heðin Klakstein er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið darvaður av vøddaskaða.

 

B36 er steypavinnari og á fjórða plássi í landskappingini. Dagsskráin er at vinna bronsukrónurnar. Hóast tað bara eru tvey stig fram til silvurkrónurnar, so ber ikki til at vinna tær, tí tey bæði liðini, sum eru frammanfyri B36 – NSÍ og KÍ – hittast.

 

Skaðalistin hjá B36 hevur verið langur, og aftur í dag eru fleiri á listanum. Teir eru Erlendur Magnusson, Lukasz Cieslewicz, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson og Jónas þór Næs eru skaddir, og Robert Heðin Brockie er burturstaddur.

Odmar Færø og Meinhard E. Olsen hava sagt, at teir ætla sær uttanlands at royna fótbóltsevnini. Tí kann tað vera, at hetta er síðsti dystur hjá teimum í B36 troyggjuni – í hesum umfarinum.