Jákup spældi kortini

Hvíld er einasta hjálpin, hava boðini kring Jákup á Borg verið, men hóast hetta, so var hann partur av HB-liðnum, sum fór á vøllin mikukvøldið. Í somikið týdningarmiklum dysti var niðurstøðan, at tað var royndina vert at brúka hann, og Jákup taldist eisni millum teir meira sjónligu á HB-liðnum. Enn er skaðin tó langt ífrá burturi, og sum skilst skal hann í øllum førum hvíla, tá HB sunnudagin spælir Inter-Toto bólt.