Komandi vikuskifti verður Runavík vertur fyri næstu stóru summarstevnuni, Eystanstevnuni. Eitt stórt arbeiði er gjørt at fyrireika stevnuna, sum heldur óvanligt verður sett fríggjakvøldið kl. 8 ? og ikki seinnapart leygardag, sum siður hevur verið í mong ár.
Tað verður Jákup Mortensen, sum í mong ár var formaður í ítróttarfelagnum NSÍ, sum skal seta stevnuna.
- Við at seta Eystanstevnuna fríggjakvøld vóna vit, at nógv fólk fara at koma í býin beinanvegin, siga fyrireikararnir.
Undan setanini verður eitt stórt karnival á stevnuøkinum við litum, larmi og dansi og stevnufólki í góðum hýri.
Síðani heldur stevnan áfram við kappróðri leygardagin, og spennandi fótbóltsdysti við Løkin sunnudagin, millum nr. 2 og 3 í Formuladeildini ? B36 og NSÍ.