Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi verður formaður í havnanevndini í Tórshavnar býráð hetta valskeiðið
Tað staðfesti fyrsti nevndarfundur í havnanevndini, sum varð hildin á Havnarskrivstovuni í dag.
Næstforkvinna í havnanevndini verður Maria Hammer Olsen úr Javnaðarflokkinum.
Bæði formaður og næstforkvinna eru nývald í Tórshavnar býráð.
Hinir nevndarlimirnir í havnanevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Jógvan Arge úr Tjóðveldi, Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum og Vagnur Johannesen úr Fólkaflokkinum.
www.torshavn.fo