Her var nógv fólk til staðar. Sum rímiligt er vóru nógvir reiðarar. Eisini vóru fólk, sum Jákup so ella so hevur havt samband við í sínum yrki. Hetta vóru landsmyndugleikar, manningarfeløg, fiskirannsóknarstovan og onnur.
Tað vóru fleiri røður. Millum hesar var Óli Jacobsen, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Atli Hansen, fyrrverandi formaður fyri felagið Nótaskip og Kaj P Mortensen, fyrrverandi aðalstjóri i fiskimálaráðnum.
Allir góvu Jákupi tað ummæli, at hann hevur verið eitt gott umboð fyri reiðarar. Jákup hevur verið ein góður samráðingarmaður. Hann kundi vera kontantur, men var eisini tann, sum vildi og kundi finna semjur. Felagið hevur eisini ment seg í hansara tíð, seinast við teirri umskipan av felagnum, sum júst var samtykt hendan dagin.
Vit vóru við til móttøkuna.