Jákup Sólstein 70 ár

Tann 29. apríl verður ein vælkendur klaksvíkingur, Jákup Sólstein, 70 ár. Jákup er sonur Elsu Bergittu f. Samuelsen og Jens Paula Sólstein f. Frederiksen. Eldru systkini hjá honum eru Alex og Dagny.

Jákup gekk í skúla hjá so kendum lærarum sum Meinhard Johansen, Jógvan Joensen, Óla Dahl, Hans David Petersen og Sámal Petersen.
Tað kann sigast, at fyritøkan hjá Kjølbro gjørdist alt arbeiðslívið hjá Jákupi. Farin úr skúlanum fór Jákup at arbeiða í timburhandlinum og spinnarínum hjá Kjølbro. Hann fór á háskúla í 1957-58 og so aftur til Kjølbro. Í 1963 kom hann á skrivstovuna hjá Kjølbro og gjørdist fulltrúi.
Kjølbro var tá tann stóra fyritøkan í Klaksvík, sum hevði mest sum alt virksemið í býnum.
Fyritøkan hevði nógv skip og ta fiskavirking, sum var. Umframt vóru tað klædna- og matvøruhandlar, beding, blikksmiðja, timburhandil, spinnarí, fiskamjølsvirki og annað eisini. Tað vóru fleiri hundrað fólk í arbeiði hjá Kjølbro.
Hetta stóra virksemið merktist eisini á skrivstovuni, har tað tá vóru 22 fólk. Tað kom at vera innan fiskiveiðupartin hjá Kjølbro, at Jákup kom at gera seg galdandi. Í nógv ár gjørdi hann avrokningarnar til manningarnar.
Stjórin á Kjølbro, Svend Thulesen, var formaður í reiðarafelagnum fram til 1983. Hann varð tá avloystur í nevndini í reiðarafelagnum av Jákupi.
Í 1990 verður Jákup formaður í reiðarafelagnum, og hevur hann hetta starv fram til 2007. Jákup kom eisini at seta sítt merki á felagið. Í nógv ár høvdu arbeiðsgevarafelagið og reiðarafelagið felags skrivstovu við einum skrivara sum dagligan leiðara. Hetta riggaði eisini sum so væl. Men tá arbeiðsgevarafelagið gjørdist meira “politiskt” og fór alment at taka støðu í vinnuspurningum vísti tað seg, at reiðarar og arbeiðsgevarar á landi saktans kundu hava mótstríðandi áhugamál.
Tískil fekk Jákup reiðarafelagið til at fáa egnu skrivstovu við skrivara, og hevur felagið síðan tá eisini verið meira sjónligt í fiskivinnuspurningum eins og fiskimannafelagið tá var. Jákup hevur heldur ongantíð verið bangin fyri at siga sína meining um fiskivinnumál. Vanliga hevur eisini skil verið í!
Vit báðir komu tískil at hava nógv samskifti. Reiðarar og fiskimenn hava jú meira til felags enn aðrir mótpartar á arbeiðsmarknaðinum. Fiskimenn fáa jú part av peningaligu úrtøkuni hjá skipinum. Teir hava tí saman við reiðarum áhuga fyri at henda úrtøkan verður so høg sum gjørligt.
Eitt samstarv, har Meginfelag Útróðrarmanna eisini var við, var at fáa altjóða ráðgevarar sum mótvekt til fiskirannsóknarstovuna í árligu ásetanini av fiskidøgum. Tað er neyvan ivi um, at hetta samstarv bjargaði mongum fiskidegi! Tann seinasti av hesum serfrøðingum var Menakhem Ben Yami frá Ísrael, sum Fishing News International hevur drúgva samrøðu við í mei-blaðnum saman við stórari umrøðu av fiskivinnu í Føroyum.
Tað fremsta samskiftið millum feløgini var kortini í samband við sáttmálasamráðingar. Her var uppgávan at gera sáttmálar, har tað kundi bera til hjá báðum pørtum. Okkurt kundi verið øðrvísi, men í hvussu varð við sáttmálagerðini lagt lunnar undir heimsins fremsta fiskiskipi!
Ein onnur uppgáva var at loysa teir spurningar, sum altíð kundu stinga seg upp í einum sáttmálaskeiði. Hesir vórðu altíð loystir á ein skipaðan hátt. Tað kann leggjast afturat, at tað kom ikki fyri, at vit aftaná samráðingar vóru ósamdir um, hvat vit vóru samdir um.
Jákup er annars ikki bangin fyri at ganga sínar egnu vegir. Hann hevur verið formaður í forskotsgrunni fiskiflotans. Í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Havstovuni 1. apríl í fjør “forerdi” hann Havstovuni 10 mill. av stovnsfænum hjá forskotsgrunninum til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Víst var eingin lógarheimild fyri hesi gávu. Men roknað var við, at menn fóru at halda hugskotið vera so gott, at teir fóru at renna á leistum at fáa heimildina í lagi. Men soleiðis spælir politiska klaverið ikki. Nú er eitt ár farið, uttan at nakað ítøkiligt er hent. Men Jákup og nevndin í forskotsgrunninum hava so gjørt tað teir kundu.
Jákup hevur umboðað reiðarar nógvum í øðrum samanhangum. Hann hevur verið limur í stýrinum fyri ALS, har hann av fullum huga stuðlaði fiskimonnum. Hann hevur verið formaður í tryggingarfelagnum Føroyar, og hann hevur eisini verið nevndarlimur í Havsbrún. Hann er pragmatikarin, sum heldur vil hava neyðsemjur enn onga loysn. Enn er hann formaður í umboðsráðnum fyri Landsbankanum og limur í Fasta Gerðarrættinum.
Jákup giftist í 1964 við mínum gamla klassafelaga Borgarhjørt úr Syðrugøtu. Foreldrini hjá henni vóru Sanna, ættað av Hvítanesi, og Poul Huus, sum var kendur skipari í síni tíð.
Tey eiga synirnar Jens Paula f. 1965, Poul Huus f. 1969 og Sjúrður f. 1975. Poul býr í barndómsheiminum hjá mammuni, so sambandið við Syðrugøtu stendur við. Borgarhjørt og Jákup eiga sjey barnabørn.
Jákup gevst hjá Kjølbro, nú hann er náddur “støvets år.” Men fyri tað fer hann neyvan at ganga fyri einki. Honum dámar væl at rokast, eisini við seyð. Hann er eisini við í Klaksvíkar Hornorkestur, har hann hevur spælt í 50 ár.
Føðingardagin eru vit báðir á veg heim úr Íslandi, og dagin eftir leggur hann í vaði á hornorkesturstevnuni, sum verður í Klaksvík Dýra Biðjudag.
Ynskt verður Jákupi, og eisini Borgarhjørt, tillukku við teimum 70 árunum.

ó.