Jákup ársins málverji

-

Jákup Mikkelsen heldur nú frí eftir eitt kappingarár, sum hevur verið hansara besta nakrantíð.

Hann hevur vunnið sær plássið millum stengurnar á fótbóltslandsliðnum, hann hevur staðið sum ein brandur fyri Herfølge, og útlandið hevur fingið eyguni upp fyri evnunum hjá honum.

Virda danska fótbóltsblaðið Tipsblaðið hevur júst valt ársins lið fyri superliguna, og teir tóku Jákup Mikkelsen fram um allar hinar málverjarnar í donsku landskappingini.

Í grundgevingini sigur blaðið, at Jákup Mikkelsen hevur við sínum góða spæli skapt grundarlag fyri einum av bestu verjuni í superliguni, og so staðfesta teir eisini, at Jákup kann gera mál.

Síðani Jákup Mikkelsen skoraði upp á brotsspark í toppdysti móti FCK í Ítróttarparkini í fjør hevur tað gingið støðugt framá, og seinasta árið hevur Jákup