HB eigur ongan lut í hesum Løgmanssteypinum. Einki anna_ felag eigur fleiri enn tvær aktiur í tí, so ta_ ber framvegis væl til hjá HB at vinna steypi_ til ognar. Higartil hava teir átt einarætt til bikar, súlur og steyp, sum ta_ hevur veri_ kappast um.
Í gjár var ivasamt, um ta_ fer at bera til at mynda HB álopi_ vi_ Jákupi á Borg, Rógva Jacosben og He_ini á Lakjuni. Jákup var_ skaddur í fótinum í Europa Cup í sí_stu viku, og hann hevur einki serligt mót um, at ta_ skal bera honum til at spæla í morgin:
- Tveir teir fyrstu dagarnar gekk ta_ skjótt rætta vegin. Eg havi ikki pínu, tá i_ eg gangi, og eg havi veri_ til arbei_is á Føroya Bjór, har nógv er at gera í hesi vikuni. Mánadagin royndi eg at renna, og tá var pínan so miki_ nógv, at eg mátti gevast beinanvegin. Eg fái vi_ger_ av øllum slagi, og eg vóni, at ta_ skal bera til at spæla, men akkurát nú havi eg einki serligt mót, vóru bo_ini frá Jákupi á Borg í gjár.
Tá i_ vit fregnast um, hvat læknarnir hava sagt, so svarar Jákup, at teir hava sagt, at einki er broti_, og at ta_ er upp til hann sjálvan at gera av, um hann er førur fyri at spæla ella ikki.
- Eg havi ikki ilt í li_bondunum. Ta_ er heldur rundanum hælsinuna, at pínan er so ógvuslig, tá i_ eg royni at renna. Men nú fáa vit at síggja, er optimistiska vendingin hjá sí_uspælaranum, sum HB illa vil vera fyri uttan í morgin.
Hóast hann møguliga ikki ver_ur vi_, so sigur Jákup á Borg seg hava gott mót um, at ta_ hesa fer_ skal eydnast HB at vinna finaluna. HB hevur annars tapt tvær tær seinastu fer_irnar, tá i_ teir hava veri_ í steypafinaluni - í 2000 1-0 ímóti GÍ og í 2002 2-1 ímóti NSÍ, sum aftur hesa fer_ er mótstø_uli_i_.
Blandingin og viljin
Í sí_stu viku vann HB størsta sigur, sum naka_ føroyskt felag nakrantí_ hevur vunni_ í Europa Cup. Sammett vi_ mótstø_uli_i_ í morgin eigur HB at vera í betri dystarvenjing. NSÍ hevur ikki veri_ í t_dningarmiklum dysti sí_ani í níggjunda umfarinum í landskappingini. HB hevur sí_ani tá spælt tvær fer_ir í Europa Cup.
Jákup á Borg er n_liga komin aftur í HB, eftir at hann í eitt skifti royndi seg í OB. Hann sigur seg hava lagt til merkis serlig ey_kenni á hesum li_num:
- Eitt er, at blandingin millum royndar og minni royndar spælarar er so gó_. Ungu menninir hava rættuliga víst, at teir eru førir fyri at taka vi_ ábyrgd. Afturat teimum eru spælarar, sum hava veri_ vi_ í mong ár og tískil hava t_dningarmiklu royndirnar. Felags fyri bæ_i meiri og minni royndu spælararnar er, at teir hava ein vilja at vinna, sum sjáldan er at síggja. Allir berjast fyri hvørjum einasta bólti, sta_festir Jákup á Borg.
Tá i_ HB fyri tveimum árum sí_ani var í finaluni ímóti NSÍ, var ætlanin, at teir skuldu fara inn á Svangaskar_ ólavsøkuaftan. Í sí_stu løtu var hetta avl_st. Hesa fer_ er ætlanin aftur at fara inn á Svangaskar_ í kvøld. Vi_ gongdini fyri tveimum árum sí_ani í huga man líti_ vera at ivast í, at HB í kvøld fer á inn á Toftir at leggja sí_stu hond á fyrireikingarnar til steypafinaluna í morgin.