Jákup Mikkelsen gjørdist leygardagin fjórði spælarin, sum hevur spælt 60 landsdystir fyri Føroyar. Óli Johannesen eigur við 82 dystum metið. Jens Martin Knudsen hevur spælt 65 ferðir á landsliðnum, og Julian S. Johnsson hevur spælt 62 ferðir. Fyrsta ferðin Jákup var í landsliðsferðalagnum var í 1988, tá ið Føroyar 24. august spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Íslandi. Ta ferðina var Jákup eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen. Tað var eisini í Íslandi, at Jákup fyrstu ferð vardi føroyska málið. Hetta var í vinardysti 2. juli 1995. Tá hevði hann tólv ferðir sitið á beinkinum og bíðað eftir møguleikanum. Í teimum 60 dystunum, sum Jákup hevur spælt, eru 138 mál farin í føroysku meskarnar.









