Nú eru 10 ár liðin, síðani vit vóru liðug í 10. flokki. Men eins og í skúlatíðini, hevur allur flokkurin enn eitt sera gott og tætt samanhald. Hetta kemst millum annað av okkara árligu klassa vikuskiftistúrum, har Jákup Petur var ein av teimum, sum fekk uppí lag at fyriskipa tað heila. Vit onnur skuldu bara gjalda nakrar krónur fyri kost & logi og so møta upp.
Sum fyrsta inntrykk fekst tú eina fatan av, at Jákup Petur var ein buldribassi, og tá ið tú so komst at kenna hann, fanst tú skjótt útav, at tað var hann heilt vist eisini. Men hann kundi so sanniliga eisini kjúkla um tey fólk, sum vóru rundan um hann og samstundis hava skrappasta motorreypið.
Han var ikki bangin fyri at vísa sínar bleytu síður, samstundis sum hann altíð tordi mest, og var ein av teimum eitt sindur coolu.
Líka frá 1. flokki av dámdi honum altíð væl at arga genturnar í flokkinum. Hann var eisini ein av teimum fáu, sum tordi at arga lærarnar so nógv, at teir onkutíð kundu ilskast. Tað gjørdi hann til eina hetju millum dreingirnar. Men av eini ella aðrari orsøk varð hann altíð fyrigivin næstan beinanvegin. Í mun til hinar dreingirnar, ið máttu biðja um fyrigeving frá gentunum ella lærarnum.
Ì 9. flokki fór Jákup Petur niður á eftirskúla, og sigast skal, at tað bleiv sera friðarligt í flokkinum, saknur var í honum. Glað vórðu vit, tá ið hann kom aftur, og lív kom aftur í flokkin, tí Jákup Petur fylti nógv, har hann var.
Sum sagt, so var Jákup Petur primus motor í okkara árligu vikuskiftistúrum. Hann var eisini altíð tann, ið gjørdi okkum døgurða.
Tá ið vit vaknaðu næsta morgun, luktaði altíð av Ajax, stólar stóðu uppi á borðunum, og um onkur ikki var farin í song, so hevði Jákup Petur bara vaska rundan um teyJ Seinni um dagin fór hann so undir at gera døgurðan.
Seint leygarkvøld gjørdi Jákup Petur altíð sín vælkenda pylsurætt, sum vit gleddu okkum til at fáa hvørt ár. Hann hugsaði altíð so nógv um okkum onnur, hann var faktisk bæði okkara mamma og pápi á hesum túrunum.
Líka síðani í summar hava vit tingast aftur og fram, um nær tað riggaði hjá øllum at møtast. Nú tey flestu hava fingið sína egnu familju, er ikki líka lætt sum tað hevur verið. Men tað hevur allatíðina verið heilt vist, at 10 ára jubileumið skuldi feirast. Og av tí at tað júst eru 10 ár í ár, gjørdist tað enn meira umráðandi, at øll kundu ella skuldu koma við.
Tíðanverri varð túrurin útsettur ov leingi, so Jákup Petur ikki náddi at koma við!
Vit hava valt ikki at gevast við okkara túrum, hóast broytingin er vorðin stór, og eru heilt vís í, at Jákup Petur hevði vilja, at vit hildu áfram at møtst, sum vit altíð hava gjørt.
Vit hava mong og góð minnir frá hesum túrum, mest at takka Jákup Peturi fyri, sum mest av øllum fekk tað at virka sum luksustúrar fyri okkum onnur.
Saknurin er, og verður stórur í Jákup Peturi. Ikki bert á okkara komandi túrum. Tí tað verður ongantíð tað sama aftur uttan hann. Men hann var ein av teimum, sum ein illa vil verða fyri uttan í tí dagliga. Ein, ið altíð vildi seta eina løtu av til sínar vinir og kenningar.
Jákup Petur var eitt lívsstykki, altíð í góðum lag, og altíð klárur við eini hjálpandi hond. Har sum hann var, samlaðust fólk, hann hevði ótrúliga góðan menniskjatokka, var væl við øll.
Tankarnir mala nú dagliga upp í saman, og vit duga ikki at síggja nakra meining í, hví Jákup Petur so brádliga skuldi verða skryktur burtur frá sínum kæru. Vit duga ikki at fyrihalda okkum til, at hann ikki er millum okkum meira. Tað virkar so óverðuligt.
Jákup Petur fer altíð at vera í tonkum okkara. Hann hevur havt stóran leiklut í lívi okkara so longi.
Okkara djúpasta samkensla er hjá Mary, Marnu, Dáva, foreldrum, systkunum og restini av familjumi hjá Jákup Peturi
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um floksfelaga og góða vin okkara Jákup Petur Juul.
Floksfelagirnir:
Magni, Hergeir, Sonni, Andras, Jens Kjartan, Øssur, Sonja, Viggo, Dagny, Bertha Birgar, Beinta, Eyðun, Bogi, Sheila, Rúni F., Rúni K., Esmar, Steinvør, Herdis og Óluva