Jákup Petur í Brekkuni 60 ár

24. oktober 2005 fyllir Jákup Petur Petersen í Brekkuni, Klaksvík, 60 ár.

Jákup Petur er sonur Bernhard og Zachareu Petersen, og er næstelst av 6 systkjum. Hann sleit sínar barnaskógvar úti í Brekkuni í Klaksvík, og hevur hann eisini bygt sær sítt heim har.

Sum ungur drongur lærdi hann húsasmíð hjá pápabeiggja sínum, Jóhan Petersen, vanliga nevndur Skard, og hevur hetta verið hansara lívsstarv. Eitt tíðarskeið stovnaði hann saman við Esmar Heinesen teirra egna byggivirki
"Húsasmíð", og er mangt vælaverkið komið frá teirra hondum. Men tá tíðirnar versnaðu, tá fyrst í 90-unum, gjørdu teir av at steðga teirra virksemi, og hevur hann síðani arbeitt hjá Klaksvíkar kommunu sum handverkari.

Jákup Petur giftist Elnu Frederiksen úr Múla í 1974, og eiga tey trý børn. Bergur f. 1975, Soffía f. 1978, og Símun 1980. Eisini eiga tey abba/ommudøtrina Elnu f. 2000.

Tey hava sum familja, og ikki minst Petur, røkt festi hjá foreldrunum hjá Elnu fyrimyndarliga. Um Petur er at siga, at hann er ein álítandi og nærlagdur arbeiðsmaður og ger ikki nógvan háva úr sær sjálvum. Vit vilja tí ynskja honum hjartaliga tillukku vi teimum 60 árunum.