Jákup Persson seksti

Leygardagin verður Jákup Persson, Sørvágur, 60 ár. Jákup er føddur í Klaksvík, men vaks upp í Havn.

Foreldrini vóru Sunneva Jakobsen úr Skálavík og Sigfred Persson av Tvøroyari.
Jákup fór á ungum árum til Keypmannahavnar, har hann næm sær útbúgving sum fjarritari. Hann sigldi í nøkur ár sum fjarritari hjá danska felagnum A. P. Møller/Maersk Line.
Eftir eitt stutt skifti í donsku sjóverjuni, fór Jákup til Grønlands, har hann í trý ár starvaðist hjá táverandi GTO , Grønlands Tekniske Organisation, í Kap Tobin í Eysturgrønlandi.
Síðani 1979 hevur Jákup starvast hjá Statens Luftfartsvæsen. Fyrstu árini í Syðra Streymfirði í Grønlandi, men síðani 1985 í Vága Floghavn, har hann framvegis starvast, nú fyri P/f Vága Floghavn.
Jákup er giftur við Annu, fødd Strøm, úr Havn. Tey eiga tvey børn og fimm abbabørn.