Jákup Pauli er ættaður úr Vági. Foreldrini eru Solveig og Harry, sum bæði vóru ættað úr Vági. Harry var bátsmaður við Tjaldrinum, tá ið hann brádliga andaðist í 1987. Solveig, sum er 76 ára gomul, býr í Vági. Tey bæði - Solveig og Harry - búðu fyrst úti í Toftum og síðani við Kráir. Tey fingu trý børn: Any í 1954, Jákup Paula í 1956 og Torkil í 1962. Systkini hjá Jákup Paula búgva bæði í Vági. Any arbeiðir í Suðuroyar Sparikassa, og Torkil siglir úti sum maskinmeistari.
Sum so mangir aðrir suðuroyingar, so fór Jákup Pauli heldur til Danmarkar enn í Hoydalar at ganga í studentaskúla. Hann leyk prógv frá studentaskúlanum í Åbenraa í 1976. Síðani fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Århus, har hann tók prógv í søgu og samfelagsfrøði.
Fyri 20 árum síðani - í januar 1986 - varð Jákup Pauli settur í vikarstarv í Hoydølum fyri Hans Jacob Debes, sála, sum avloysti Erlend Patursson, sála, í Løgtinginum. Síðani hevur Jákup Pauli arbeitt á Føroya Studentaskúla, har hann hevur verið væl umtóktur lærari og starvsfelagi. Í tólv ár var hann ein av lestrarvegleiðarunum, og tey seinastu árini hevur hann verið fyrisitingarleiðari og næsti maður hjá rektaranum. Fyri ikki so langari tíð síðani leyk Jákup Pauli master prógv í leiðslu og fyrisiting frá Robert Gordon universitetinum í Aberdeen.
Jákup Pauli legði í 1990 saman við Claus Rejstrup hefti til rættis um útbúgvingar í Føroyum. Í 1998 gav Skúlabókagrunnurin út bókina Tit bygdu hetta land. Bókin snýr seg um føroyska arbeiðsmarknaðin, og tað var Jákup Pauli Strøm, sum skrivaði bókina.
Jákup Pauli er giftur Beintu Danielsen, sum er ættað úr Havnini. Foreldrini hjá henni eru Angelika og Hilmar Danielsen. 6. mai í fjør fylti Beinta 50 ár. Eftir at Beinta í 1975 hevði lokið studentsprógv í Hoydølum, flutti hon til Århus, har hon fór undir útbúgving sum fysioterapeutur. Beinta eigur og rekur fysioterapeutfyritøkuna Stimbur, sum nú heldur til í hølunum, sum bakaríið hjá Gunnleivi nógvu tey fyrstu árini helt til í. Beinta og Jákup Pauli eiga eina dóttur. Hon eitur Eyð, og hon er fødd í 1984.
Beinta hevur fingist nógv við fimleik og serliga í Havnar Fimleikarafelag, har hon hevur verið fimleikari, venjari og eisini dómari. Hon er onnur teirra, sum leggur fimleikaløtuna í Útvarpinum til rættis.
Jákup Pauli hevur góðan hug og gott hegni til handverk. Hann hevur fingist nógv við at smíða og innrætta og at prýða um bæði inni og úti, og honum dámar sera væl at diskast í bátinum og at flóta. Fleiri ferðir hevur familjan verið uttanlands og siglt á egnum kjøli.
50 ára føðingardagin er Jákup Pauli burturstaddur.J