Jákup og teir vunnu fyri fyrstu ferð

Danmark: Todi Jónsson og teir fingu eitt stig í Jylllandi, og AGF er framvegis á odda í superliguni

Í gjár viðgjørdi danska pressan umfarið í landskappingini, sum var um vikuskiftið. Í dag hita teir upp til dystin á Tórsvølli í annaðkvøld, og í morgin og í ovurmorgin verður landsdysturin ímóti Føroyum ella kanska rættari Morten Olsen, Michael Laudrup og teirra landslið høvuðsevni á ítróttarsíðunum og kanska høvuðsevni yvirhøvur í fleiri av bløðunum.

Sunnudagin var Herfølge í Haderslev, og tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen og teimum at sleppa yvir aftur á Sæland við øllum trimum stigunum. Sigurin, sum var hin fyrsti á árinum, var sjálandi meiri enn kærkomin. Og so má tað vera harvið, at Haderslev framvegis einki stig hevur fingið í superliguni.

Herfølge setti hol á, tá 24 minuttir vóru farnir av fyrra umfarinum. Málskjútti var Jesper Heyde. Eftir 35 minuttir javnaði heimaliðið við brotssparki. Ì tí sambandinum var Tommy Schram hjá Herfølge rikin av vøllinum, so útlitini hjá Jákupi Mikkelsen og teimum vóru einki serlig í 2. hálvleiki .

Men tað eydnaðist Thomas Højer at skora, tá ein tími var farin. Haderslev fekk eitt reytt kort í 2. hálvleiki, og hóast ágangurin onkuntíð var stórur, so eydnaðist tað Jákupi Mikkelsen at halda tætt, og harvið kom Herfølge fyri fyrstu ferð í ár upp á stigatalvuna. Teir eru næstaftast, meðan Haderslev er stigaleyst á aftasta plássinum.

FCK var eisini í Jyllandi, og teir vóru væl nøgdir við at fara úr Vibog við einum stigi. Tað endaði málleyst, og tað iðraðu teir á heimaliðnum seg mest um. Teir høvdu leikliga yvirvág, og teir høvdu møguleikar at fáa mál, men tað eydnaðist ikki. Harvið fekk FCK fyrsta stigið, síðani teir í fyrsta umfarinum vunnu á Haderslev í Parkini.


Óli bíðar

Óli Johannesen er framvegis ikki á besta liðnum hjá AGF. Tað gongur fínt hjá AGF, og tað er sjálvsagt bæði gott og minni gott hjá Óla Johannesen. Gongdin ger, at áhugin fyri felagnum og harvið fyritreytirnar fyri inntøkum betrast. Men gongdin hevur eisini við sær, at tað er torførari hjá teimum, sum sita uttanfyri, at sleppa upp í part. Venjarin leggur neyvan í at gera tær stóru broyingarnar, tá tað gongur so mikið væl.

Hesa ferð hevði AGF vitjan av FC Midtjylland. Talan var sostatt um lokaluppgerð, og har var eingin ivi. AGF vann sannførandi 3?0 og er framvegis oddalið. Teir hava níggju stig. Viborg er á øðrum plássi við átta stigum. FCK er á níggjunda plássinum við fýra stigum, og Herfølge er á 11. plássinum við trimum stigum.

Stóra fótbóltssøgan í Danmark sunnudagin var, at Brøndby á útivølli hølvaði Sikleborg av 7?1. Hóast Brøndby í síðstu viku tapti 2?0 á heimavølli í Europa Cup ímóti Hamburg SV, so spælkdu teir væl, og í Silkeborg fingu teir góða úrtøku.

AB, sum hóskvøldið pulviriseraði B36, var í Aalborg, har teir greiddu 2?2. Lyngby hevði vitjan av OB, sum fór avstað við øllum stigunum. Teir vunnu 2?0.

Leygardagin verður uppgávan hjá Herfølge ivaleysa stór. Tá skulu teir spæla í Herfølge, men tað er júst, tá mótstøðuliðið er greiður favorittur, at Herfølge plagar at standa seg best. AGF fær sunnudagin vitjan av AB. Hinir dystirnir eru Silkeborg?OB, Viborg?Haderslev og Lyngby?AaB. Komandi mánakvøld skal FCK spæla á útivølli móti FC Midtjylland. Tann dysturin verður vístur á TV3+ rásini.